Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Karin Margretha H. Larsen og Sólvá K. Eliasen/Havstovan: Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hetta fyribrigdi sýntist sum flóð og fjøra, men við sera stuttum millumbili, tí bert fáir minuttir vóru millum flóð og fjøru. Í Havn, har tað vanliga er sera lítil munur á flóð og fjøru, flutti vatnstøðan seg meiri enn ein metur og fløddi upp um keiina í Vágsbotni. Frásagnir eru um, at tá tað fjaraði, stóð onkur bátur á botni. Nógv filmsbrot vóru at síggja í miðlunum, eitt nú á Facebook, og eitt dømi er at síggja her.

Tað, sum hendi, var, at sonevndar grunnar aldur við langari aldulongd raktu eystursíðuna av Føroyum. Slíkar aldur verða eisini nevndar flóðaldur ella tsunami-aldur. Eitt av eyðkennunum við flóðaldum er, at aldulongdin er nógv størri enn botndýpið (harav navnið “grunnar aldur”) og at tað er botndýpið, sum er avgerðandi fyri, hvussu skjótt tær ferðast. Flóðaldur kunnu hava eina periodu (tíðarbil millum tveir alduryggir) úr fáum minuttum upp til ein tíma, og aldurnar, sum raktu Føroyar høvdu sostatt eina periodu í tí lægra endanum.

Flóðaldur hava oftast uppruna í jarðskjálvta ella øðrum ristingum (seismic tsunami). Harðir jarðskjálvtar kunnu elva til flóðaldur við longum periodum, meðan tað verður hildið, at har havbotnurin hellir nógv, kunnu skriður ella omanlop elva til flóðaldur við stuttum periodum. Sambært Lis Mortensen (náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi) vóru ongar seismiskar ristingar máldar í økinum millum Føroyar, Hetland og Noreg, sum kundu setast í samband við flóðalduna í Føroyum. Hinvegin kunnu skriður á havbotninum verða so veikar, at tær ikki verða máldar á seismografum. Tískil er tað ikki óhugsandi, at ein skriða er lopin í t.d. norsku hellingini, og at hendan hevur ført til flóðalduna, sum vit sóu her. Men við teimum upplýsingunum, sum vit hava, ber ikki til at vátta, at so er.

Ein annar møguleiki er, at flóðaldan var elvd av knappligum broytingum í veðrinum. Seinastu árini eru granskarar vorðnir meiri varugir við hetta slagið av flóðaldum, og tað er ávíst, at eitt nú ógvusligt toruveður kann skapa slíkar aldur. Tá toruveður ferðast yvir eitt havøki við júst somu ferð, sum flóðaldur á staðnum ferðast við, kann viðsveiggj (resonansur) taka seg upp og elva til flóðaldur. Hesar flóðaldurnar hava fingið heitið meteotsunami, t.v.s. flóðaldur við veðurfrøðiligum (meteorologiskum) uppruna. Hesin upprunin til flóðalduna er í samsvar við, at tað leygardagin 29. juni og sunnunáttina 30. juni var ógvusligur torusláttur í norðara parti av Norðsjónum (Mynd 1). Eisini eru frágreiðingar úr Noregi um flóðaldur, sum raktu norsku strondina leygardagin, og kunnu hesar sostatt eisini stava frá sama fyribrigdi í Norðsjónum.

Sum áður nevnt, sóu vit í Føroyum flóðaldur sunnumorgunin, men fráboðan er eisini um aldur á Skálafjørðinum seint leygarkvøldið 29. juni. Mynd 2 vísir vatnstøðumátingar hjá Landsverki yvir eitt tíðarskeið upp á eina viku, og tær vísa, at órógv var í vatnstøðuni leygardagin 29. juni og serliga sunnumorgunin 30. juni. Aldurnar, sum raktu Føroyar, høvdu eina periodu upp á umleið 10 minuttir. Um vit ganga út frá, at tær stavaðu frá Norðsjónum, har botndýpið er umleið 100 m, so ber til at rokna út, at ferðin, sum aldurnar ferðaðust við, var umleið 30-35 m/s, at aldulongdin var einar 15-20 km, og at tað tók einar 4-5 tímar hjá hvørjari aldu at ferðast úr Norðsjónum til Føroyar. Hetta er ein lutfalsliga lág ferð og stutt alda samanborið við flóðaldur av seismiskum uppruna, t.d. oyðileggjandi alduna sum rakti Landsynningsasia á jólum í 2004.

Meiri er at lesa (á enskum) um flóðaldur við veðurfrøðiligum uppruna her:

NOAA. What is a meteotsunami? National Ocean Service website,

https://oceanservice.noaa.gov/facts/meteotsunami.html, 07/23/18.

An Examination of the June 2013 East Coast Meteotsunami Captured By NOAA Observing Systems.

NOAA Technical Report NOS CO-OPS 079.

https://tidesandcurrents.noaa.gov/publications/NOS_COOPS_079.pdf (sí t.d. mynd 1 í hesum skjali).

Mynd 1. Snarljós í tíðarskeiðnum 29. juni kl. 06 - 30. juni kl. 06 (www.lightningmaps.org). Tey elstu snarljósini (t.v.s. snarljós fyrrapartin 29. juni) eru blá-litt og tey nýggjastu (t.v.s. snarljós sunnunáttina 30. juni inntil kl. 06) eru gul-litt. Sostatt sæst at toruveðrið ferðaðist tvørtur um Skotland og síðani eystur gjøgnum norðara part av Norðsjónum hetta samdøgrið

Mynd 2 Vatnstøðumátingar hjá Landsverk í Klaksvík, Tórshavn og á Krambatanga, tíðarskeiðið 26. juni – 3. juli 2019. Allar tríggjar støðir vísa meiri óstøðuga vatnstøðu enn vanligt 29. – 30. juni, og flóðaldan, sum rakti Føroyar fyrrapartin 30. juni, sæst serliga týðiliga í mátingunum úr Tórshavn. Hesar mátingar eru gjørdar 10. hvørt minutt, og tí er møguligt, at broytingarnar í vatnstøðu vóru enn størri enn mált

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo