Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Týsdagin 26. mars 2019 verður føroyameistarin í flogbólti fyri 4. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi.

Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum í skúlaflogbólti runt alt landið.

Í alt 8 kappingar hava verið, har skúlar frá ymiskum økjum hava verið samlaði til kappingar, og tað eru vinnararnir av hesum økiskappingunum, sum nú møtast í Havn í morgin.

194 næmingar og 45 lið
Samanlagt verða tað 194 næmingar sum møtast, og sum koma at spæla á 45 liðum – øll spæla við og eingin situr uttanfyri – og er hetta eitt av høvuðsendamálunum við Flogbørnum, siga Anna og Peter í stuttari viðmerking.

Skúlarnir verða hesir:
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík
Eiðis skúli
Skúlin á Løgmannabreyt
Tofta skúli
Vestmanna skúli
Skúlin í Trongisvági
Gøtu skúli
Sørvágs skúli

Byrjað verður í Høllin á Hálsi klokkan 9.30, og spælt verður fram til klokkan 12.15, tá Føroyameistarin er funnin fyri 4. flokkarnar, og steyp verða handað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo