Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

Føroyar – Norðurírland 3-0 (25-17, 25-20, 25-11)

Í gjár fingu føroysku flogbóltskvinnurnar á U19 landsliðnum sítt allar fyrsta stig nakrantíð. Tað var í tepra 2-3 tapinum fyri Luksemborg, men í seinna dystinum í dag lótu tær ongan iva vera um, at søga skuldi skrivast, tí tær vunnu greitt 3-0 á Norðurírlandi.

Tvey jøvn sett
Fyrsta settið var nakað merkt av nervum, hóast føroyska liði mestsum alla tíðina helt seg nøkur stig frammanfyri. Norðurírsku genturnar stríddust væl, og nakað væl inn í settið løgdu tær trýst á og vunnu leiðsluna inn aftur. Ímóti endanum á settinum megnaðu føroysku genturnar tó at vinna avgerandi leiðsluna.

Gongdin var tann sama í øðrum setti, men fyrst í settinum vóru leiklutirnir tó býttir um, tí Norðurírland var frammanfyri og helt eina leiðslu til miðskeiðis í settinum, tá ið Føroyar megnaðu at vinna seg 3 stig framum. Ein leiðsla, ið ongantíð varð slept.

Endiliga!
Frá byrjan í 3. setti sást á føroysku gentunum, at hesin triði dysturin skuldi ikki enda sum hinir báðir – við tapi. Genturnar struku avstað og vunnu seg eftir stuttari løtu upp á 9-1, og tann leiðslan var ongantíð í vanda yvirhøvur. Endiliga eydnaðist tað, sum í tveimum teimum fyrstu dystunum hevur verið so nær við, men sum er gloppið til endans.

Føroyska liðið hevur í hesi fyrstu EM-kappingini nú vunnið sær 4 stig og nógvar royndir. Harumframt hava Føroyar við sínum positiva spæli og stríðsvilja vunnið nógv skotsk hjørtu og fingið nógv rós.

Í morgin kl. 10.00 er seinasti dysturin á skránni, tá ið Kýpros stendur hinumegin netið. Kýpros hevur higartil vunnið allar sínar dystir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo