Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Hóast Dráttur vann í gjár 3 - 0 á Fleyr í seinnu finaluni við settmununum 27-25, 25-23 og 25-16, so gjørdist tað Fleyr sum vann FM-heitið 2015/16.

Fleyr vann fyrru finaluna, sum varð leikt Skírhósdag 3-1, og tí var neyðugt við Gylta settinum, sum var varð roynt fyri fyrstu ferð.

Hetta settið gjørdist sera spennandi. Dráttur kom best frá byrjan, og var omaná so at siga alla tíðina, men so kom Fleyr upp á 9-9, men aftur fór Dráttur fram um og førdi eitt skifti 13-11, men endin í kókandi høllini gjørdist at Fleyr vann sítt fyrsta FM-heitið síðani 1997.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, handaði steyp og heiðursmerki til gull- og silvurvinnararnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo