Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Føroyska manslandsliðið í flogbólti er úttikið. Liðið skal í døgunum 12. mai til 16. mai spæla við í HM/EM undankappingini, sum verður í Luksemborg.

Liðið hevur havt fleiri venjingar um vikuskiftið, og úrslitið gjørdist millum annað, at onkur fyrrverandi landsliðsleikari aftur er á liðnum, eftir steðg í eina tíð. Talan er um Rúna Weihe, sum fyrr hevur verið ein av berandi kreftunum á liðnum – men tá var tað meira sum álopsleikari. Rúni Weihe er nú úttikin sum libero til kappingina í mai.

Hann spældi fleiri ár í fremstu deildini í Norra við BK-Tromsø.  

Á landsliðnum eru eisini ársins blokkleikari Suni Juul Pedersen úr SÍ, og ársins stjørnuskot Jóhan Arne Eliasson Wang úr Fleyr ,umframt at ársins álopsleikari og ársins leikari Trygvi Hansen, Ternan, er við á liðnum.

Endaliga úttøkan hjá landsliðsvenjaranum Bárður B. Mikkelsen og hjálparvenjaranum Ragnar í Haraldstovu Petersen gjørdist henda: 

1 Rasmus Mortensen Potts, Diagonalur, Fleyr
2 Steffan Rosenlund Olsen, Kantur, Mjølnir
3 Rúni Weihe, Libero, ,ÍF
4 Jón Joensen, Kantur, SÍ
5 Oskar í Haraldstovu Weihe, Diagonal, SÍ
6 Thorvald Danielsen, hevari, Rander Novo
7 Niels Niclasen, Hevari, Fleyr
8 Uni Jacobsen, Kantur, Fleyr
9 Dávið Hentze, Libero, Fleyr
10 Trygvi Hansen, Kantur, Ternan
11 Suni Juul Pedersen, Miðja, SÍ
12 Jóhan Arne Eliasson Wang, Miðja, Fleyr
13 Kasper Lorenzen, Miðja, SÍ
14 Bjarki Enni, kantur, Amager VK

Hini liðini í kappingin eru Luxemburg og Norðurírland. Kravið til liðið - um tað skal koma víðari til annað umfar - er eitt annað pláss í kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo