Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Føroysku dreingirnir komu væl frá byrjan móti Onglandi í morgun og vunnu bæði tey fyrstu settini ávikavist 25-20, og 25-20.

Men so kom stígur í.

Triðja settið vann Ongland 25-18 eins og Ongland vann 4. settið 25-21.

Farið var so undir 5. avgerandi settið. Føroyar komu illa frá byrjan, og komu afturút 6-1, men vunnu seg síðani uppá 7-8, men og nógvir feilir til seinast gjørdi, at Ongland vann settið 15-9, og harvið dystin 3-2.

Men ein góður dystur av føroyska liðnum, sum í gjár vann 3-0 á Noreg.

Seinasti dysturin hjá liðnum verður í morgin.

Leikararnir í dag vóru:

U 17 dreingir:
Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen. SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Áslakur Holm, ÍF
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Niklas Samuelsen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ

Venjari: Rajko Petrovic
Hjálparvenjari: Hans Simonsen

Liðleiðari: Jónley Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo