Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Føroysku U 17 landsliðini hjá gentum og dreingjum, skulu í dag møguliga spæla 3 dystir.

U 17 genturnar skulu klokkan 12,30 føroyska tíð spæla ímóti vinnaranum av dystinum Noreg/Ísland, sum spæla fyrsta dyst í morgun.

Føroysku U 17 dreingirnir, sum endaðu nr. 3 í sínum bólki eftir 3-0 sigurin á Noreg í gjár, skulu klokkan 11,00 føroyska tíð spæla ímóti Onglandi, sum gjørdist nr. 3 í hinum bólkinum.

Vinnur Føroyar henda dystin, so skulu teir senni í dag – klokkan 18,00 - spæla semifinalu ímóti Svøríki, og tískil hava teir enn møguleika fyri heiðursmerkjum. Tapa dreingirnir dystin ímóti Onglandi, skulu teir ikki spæla aftur fyrr enn í morgin klokkan 08,00 ímóti Noreg.

Allir dystirnir síggjast beinleiðis http://www.volleytv.dk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo