Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

U17 landsliðsleikararnir spældu fyrsta landsdystin í NEVZA kappingini seinnapartin í dag. Dysturin var ímóti Svøríki.

Dreingirnir byrjaðu væl og vunnu 1. sett 25-20.

2. settið var eisini sera javnt, men Svøríki vann 25-22,

Í 3. og 4. setti komu sviar best frá byrjan, og hildu henda munin bæði settini, men føroyska liðið spældi til tíðir sera væl, men kláraðu ikki at halda trýstið í logdini.

Alt í alt ein spennandi dystur, við góðum flogbóltsspæli frá føroysku dreingjunum.

Svøríki - Føroyar 3-1 (20-25)(25-22)(25-21)(25-19)

Føroysku U 19 kvinnunar byrjaðu kl 16.00 sín seinna dysti í dag, sum er ímóti Noreg.

Dystirnir verða vístir beinleiðis her: http://www.volleytv.dk/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo