Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

U 19 dreingirnir, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, tóku í dag eitt sett í móti Noreg.

Dreingirnir tóku øll av bóli, og vunnu fyrsta settið 28-26, men kláraðu ikki at halda áfram við góða spælinum, og gjørdu ov nógvar feilir. Hini settini endaðu við ósigri á 22-25, 20-25 og 17-17, og sostatt við einum ósigri upp á 3-1.

Fyrr í dag spældu teir ímóti einum av favorittunum – Svøríki – og tá taptu teir greitt 3-0 (25-17, 25-12 og 25-14.)

Í morgin skulu teir spæla fjórðingsfinalu ímóti Onglandi, sum gjørdist nr. 2 í hinum bólkinum.

Hesin dysturin byrjar klokkan 9,30.

Dysturin verður stroymaður her:  trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo