Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

U 19 genturnar, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, hava í dag spælt fjórðingsfinalu ímóti Onglandi.

Tað gekst ikki eins væl sum í gjár, tá tær vunnu á Íslandi – í dag taptu tær 3-0, við settúrslitunum 18-25, 18,25 og 15-25.

Liðið skal spæla ein dyst afturat í kappingini, og er hesin ímóti Íslandi. Hetta er samstundis dysturin um 5. plássið.

Dysturin byrjar klokkan 10,00.

Allir dystir verða stroymdir á: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo