Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Tað gongur sum eftir ánni hjá Urd Traðará og Eyð Guðrunsdóttir Magnussen í donskum flogbólti.

Eins og nógvir aðrir føroyingar, eru tær farnar uttanlands í lestrarørindum, og tær hava valt at halda fram við flogbóltinum í Danmark.

Tær báðar hava valt at spæla fyri Randers Novo Ikast, sum er eitt samanlagt lið við leikarum úr hesum báðum býum - og úr Føroyum. Liðið húsast í næstbestu donsku deildini, og har gongur framúr.

Randers Novo Ikast hevur spælt seks dystir hetta kappingarárið, og tær hava vunnið fimm av teimum. Tað hevur við sær, at liðið í løtuni liggur á fyrsta plássi við 15 stigum.

Kappingin um uppflyting er tó hørð. Beint aftanfyri Randers Novo Ikast liggur Frederiksberg Volley, sum hevur leikt ein dyst færri, og Bedsted KFUM, sum hevur leikt ein dyst fleiri enn Randers.

Næsti dystur á skránni hjá Randers Novo Ikast, verður leiktur sunnudagin, og her hann móti Gentofte Volley, sum liggur á næstaftasta plássi.

Bæði Urd Traðará og Eyð Guðrundsdóttir Magnussen hava drúgva flogbóltssøgu aftanfyri seg.

Urd spældi í síni tíð við ÍF, áðrenn hon skifti til Mjølnir, har hon millum annað bæði vann landskapping og steypakapping, og Eyð Guðrunsdóttir Magnussen hevur spælt fyri bæði Fleyr og SÍ.

Nú umboða tær Randers Novo Ikast, og tær hava báðar vunnið sær fast pláss millum tær fyrstu seks.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo