Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Sjey fólk hava latið lív og trý onnur eru í lívsvanda eftir at eitt flogfar av slagnum Boeing B-17 er dottið niður í statinum Connecticut í USA.

Flogfarið var við í eini framsýning við gomlum flogførum, men stutt eftir fráferð boðaði flogskiparin frá, at hann hevði trupulleikar við flogfarinum. Vitni hava greitt frá, at flogfarið eftir øllum at døma ikki slapp longur upp, royndi síðani at venda við men tá tað skuldi lenda hendi vanlukkan.

B-17 flogførini høvdu eyknevnið "Flying Fortress" - flúgvandi skansin - og var eitt tað mest brúkta bumbuflogfarið hjá teimum sameindu undir Seinna Heimsbardaga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo