Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vágatíðindi

Flogfarið hjá Atlantic sum fór í morgun mátti venda við aftur, tí tað fekk ein fugl í motorin, visti Útvarpið at siga nú klokkan 10.

Hoyr tíðindi her

Myndin niðanfyri vísur, hvussu langt flogfarið var komið, tá ið tað vendi við aftur.

Fylg flogfarinum her

Fólk í Sørvági, sum VP hevur tosað við siga, at tað hoyrdist at okkurt var áfatt, og tað sá út sum tað tók longri tíð enn vanligt hjá flogfarinum at koma upp í hædd.

- Tað ljóðaði nakað sum eitt gamalt Hercules flogfar, sum ein tekur til sum sá og hoyrdi tilburðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo