Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Flogfarið var av slagnum Boeing 737-800. 

Flogfarið datt niður í havið stutt eftir at tað var farið á flog úr indonesiska høvuðsstaðnum, Jakarta.

Umborð vóru 178 vaksin fólk, eitt barn, tvey pinkubørn, tveir flogskiparar og fimm flogternur.

Hildið verður, at flogfarið er farið til botns útfyri oynni Java. Dýpið har er 30-40 metrar.

Eitt flogfar av sama slagi rakti í 2013 ikki flogbreytina, tá tað skuldi seta seg á oynni Bali. Tað endaði í havinum, men ongin lat lív ta ferðina. 

Í 2014 datt eitt flogfar frá AirAsia sum var ávegis úr Indonesia til Singapore niður, øll tey 162 fólkini umborð lótu lív.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo