Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Tveir nýggir jarnbreytarpallar og 2.000 nýggj parkeringspláss eru partur av útbyggingini í Kastrup sum byrjar næsta ár og fer at kosta 2,5 milliardir krónur.

Tað skrivar Børsen.

Útbyggingarnar gera floghavnina lættari at brúka hjá ferðafólkunum, og sostatt eisini flogvøllin meiri attraktivan fyri flogfeløgini, verður sagt.

- Talið av ferðafólki sum brúkar floghavnina er alsamt vaksandi, tað er gott fyri høvuðsstaðin, og tí er eisini neyðugt við hesum útbyggingunum, sigur Ole Birk Olesen, flutningsmálaráðharri, við miðilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo