Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Bretski astrofysikarin og professarin Stephen Hawking doyði tíðliga í morgun, 76 ára gamal.

Longu sum 21 ára gamal fekk hann staðfest sjúkuna ALS, og tá søgdu læknarnir, at hann neyvan fór at liva nógv meira enn tvey ár afturat. Síðani 1970 hevur hann verið lamin frá hálsinum og sitið í rullustóli. Síðani 1985 hevur hann tosað ígjøgnum eina teldu, tí hann misti førleikan at tosa.

Mest kendur er hann fyri síni ástøði um gátuføru svørtu holini í rúmdini og sínar útrokningar av ljósstráling frá hesum - sonevnd Hawkingstrálingina. Men hann skrivaði eisini barnabøkur og fleiri aðrar bøkur, eins og ein filmur var gjørdur um lív hansara. Filmurin kallast "The Teory of Everything" og vann ein Oscar.

Í 30 ár var Stephen Hawking knýttur at tiltikna lærda háskúlanum í Cambridge, í júst sama starvi sum Isaac Newton hevði árini frá 1669 til 1702.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo