Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Tangaskipið El Hiblu 1 var ávegis úr Turkalandi til Libya tá tað bjargaði flóttarfólkunum útfyri libisku strondini. Tá flóttarfólkini uppdagaðu, at skiparin ætlaði at fara aftur til Libya við teimum gjørdu tey ikki mætari enn at taka ræði á skipinum, og hava nú sett kós ímóti Malta.

Bæði í Malta og Italia hava myndugleikarnir tó boðað frá, at fólkini sleppa ikki í land.

Onki er frætt frá støðuni hjá manningini á El Hiblu 1.

Flýggjanin til Europa er minkað nógv síðani hæddina í 2015, tá ein millión fólk komu úr londum í Miðeystri, Asia og Afrika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo