Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Felagið Heimafriður hevur seinasta døgnið fingið met nógvar klagur um gang frá skipum í Runavík.

Klagurnar eru frá borgarnum á Glyvrum, Saltangará og í Runavík.

Fólk hava ikki fingið, hvørki heimafrið, hvíld ella náttarfrið.

Fleiri hava als ikki sovið, onnur hava sovið lítið og summi eru flýggjað á miðjari nátt.

Klagurnar umfata larm og royk. Roykurin er so skarpur, at tað svíður í bæði eygum og nøs, siga tey, ið klaga. 

Fólk í Runavíkar kommunu leita eftir heimafriði, men finna ongan.

Felagið Heimafriður tekur allar klagur í størsta álvara og arbeiðir støðugt fyri at fáa Runavíkar kommunu at taka neyðugu stigini til at koma trupulleikanum til lívs.

Vegna felagið Heimafriður
Trina Eysturoy, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo