Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Franski uppfinnarin Franky Zapata fleyg runt yvir Champs-Elysees og franska forsetanum Macron á síni flogfjøl á tjóðardegnum í dag.

Sambært Zapata, sum fyrst menti sína flogfjøl til at flúgva yvir vatni, so kann flogfjølin flúgva við 190 kilometra ferð og vera í luftini í 10 minuttir.

Hann ætlar sær at flúgva tvørtur um ensku kanalina, sum so krevur at hann bunkrar miðskeiðis á ferðini.

Zapata ætlar sær at gera ferðina tann 25. july, sum er 110 ára dagurin síðani Louis Bleriot gjørdi sína fyrstu flogferð tvørtur um Kanalina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo