Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Vinnuhúsið: Tað var við undran, at Føroya Arbeiðsgevarafelag í fjølmiðlunum frætti um fráboðanina frá FPU. Vit hava tó nú fingið innlit í fráboðanina.

Fráboðanin er stílað til Atlantic Airways, og fevnir einans um basuna hjá felagnum í Keypmannahavn. Hon hevur sostatt einki við allar tær flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava basu í Vágum, at gera. Súlan verður heldur ikki nevnd við einum orðið í fráboðanini.

Føroya Arbeiðsgevarafelag má bara enn einaferð vísa á, at vit í apríl í ár hava fingið skrivliga áheitan um samráðingar frá føroyska fakfelagnum, Súluni. Vit hava játtað at byrja samráðingar, men av tí at Súlan ikki er virkisfør í løtuni, ber hetta ikki til.  

Føroya Arbeiðsgevarafelag kann sostatt staðfesta, at felagið ikki er fevnt av fráboðanini frá FPU, sum annars kundi verið skilt út frá umtaluni í fjølmiðlunum.

Les eisini tíðindaskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag 17. august 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo