Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Vinna

Vinnuhúsið: Nú semja er um nýtt samgonguskjal og nýtt landsstýrið er skipað, fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at nýta høvi til at ynskja gott stev og blíðan byr.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir samgonguni og landsstýrinum góða eydnu, og vísir í hesum sambandi á, at vit altíð eru tøk til gott og konstruktivt samstarv, tá tað kemur til arbeiðsmarknaðar- og vinnumál.

Valynskini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og hinum feløgunum, sum húsast í Vinnuhúsinum, hava verið miðlað til almenningin á okkara heimasíðu og á facebookvanganum hjá Vinnuhúsinum, sum varð gjørdur í sambandi við valið.

Nú gerandisdagurin er aftur, lata vit facebookvangan aftur, men tilfarið, sum lýsir valynskini hjá vinnuni, er framvegis tøkt á heimasíðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo