Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Vinna

Í fjør lógu 5,4 mió kr eftir á botnlinjuni hjá gamla bryggjarínum í Klaksvík tá hvør hevði fingið sítt, eisini land og kommuna, sum fáa tilsamans 1,1 mió kr í partafelagsskatti. Yvirskotið skal sammetast við 2,9 mió kr árið fyri.

Bruttovinningurin vaks við nærum trimum milliónum, og endaði í fjør á 23,6 mió kr. Men øktir starvsfólkakostnaðir fóru við eini stívari helvt av vøkstrinum. Í fjør rindaði Føroya Bjór slakar 15 mió kr í lønum.

Fíggjarstøðan javnvigar við 102 mió kr og eginognin er nú góðar 78 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo