Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Á myndini sæst nýggja nevndin í Føroya Ferðaleiðarafelag. Frá vinstru Elin Hentze, næstforkvinna og skrivari, Jógvan Thomsen, formaður, og Randi Meitil, kassameistari. Tiltakslimirnir eru Høgni Warberg og Ingigerð á Trøðni

Árligi aðalfundurin hjá Føroya Ferðaleiðarafelag varð hildin í Kaffihúsinum í Tórshavn sunnudagin 11. marts.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið, Bergur Samuelsen, formaður, sum ikki stillaði upp aftur, og Elin Hentze, sum bleiv afturvald. Jógvan Thomsen kom inn sum nýggjur í nevndina.

Nevndin skipaði seg á fundi mánadagin, har Høgni Warberg, kassameistari, bað um at blíva loystur úr nevndini, vegna aðrar starvsuppgávur. Í hansara stað kom tí Randi Meitil, fyrrverandi tiltakslimur.

Nevndin skipaði seg við Jógvan Thomsen sum formanni, Elin Hentze sum næstforkvinnu og skrivara, og Randi Meitil sum kassameistara. Høgni Warberg og Ingigerð á Trøðni eru tiltakslimir.

Føroya Ferðaleiðarafelag er áhugafelag fyri ferðaleiðarar, og virkið tess er at savna øll, sum starvast sum ferðaleiðarar (guide), undir skipaðum viðurskiftum og førleikatreytum.

Felagið sendir hvørt ár ein lista yvir góðkendar ferðaleiðarar út til allar ferðasmiðir í landinum, umframt onnur átøk, fyri at skaffa limum sínum størv í ferðavinnu okkara.

Ferðaleiðarafelagið sær tað eisini sum sín natúrliga leiklut at verða hoyrt í viðurskiftum viðvíkjandi ferðavinnuni.

Í nógvum førum eru limir felagsins tey, sum hava mest fingurin á pulsinum, tá tað snýr seg um ferðafólk og ferðavinnu í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo