Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Á hjáløgdu myndini: Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag og Dan Joensen umboð fyri LÍV.

Hósdagin 13. desember 2018 undirskrivaðu Føroya Handverkarafelag og LÍV eina dagførda avtalu fyri limirnar hjá Føroya Handverkarafelag. Avtalan er galdandi frá 1. januar 2019 at rokna.

Í hesum umfarinum er tað lívstryggingin, sum er hækkað upp í 600.000 kr., og útgjaldið til børn undir 18 ár, sum er hækkað úr 30.000 til 40.000 kr.

Nýggju upphæddirnar fyri samlagstryggingina eru hesar: Lívstrygging 600.000 kr. Lívstrygging -hjúnafelagi/sambúgvi 300.000 kr. Útgjald til børn undir 18 ár 40.000 kr. Ávísar hættisligar sjúkur (limur) 125.000 kr. Ávísar hættisligar sjúkur (børn undir 18 ár) 125.000 kr.

Upphædd í einum við fylta 67 ár 100.000 kr.

Fyri lærlingar er samansetingin sum víst niðanfyri: Lívstrygging 600.000 kr. Ávísar hættisligar sjúkur (limur) 125.000 kr. Ávísar hættisligar sjúkur (børn undir 18 ár) 125.000 kr.

Avtalan er dagførd innanfyri verandi karmar í sambandi við gjald til tryggingar og ávirkar hetta tí ikki inngjaldið til pensjónspartin. Føroya Handverkarafelag leggur stóran dent á, at limirnir eru væl tryggjaðir, og eftirmetir javnan samanseting og tær upphæddir, sum knýta seg til felagstryggingina. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo