Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Árfrágreiðingin hjá Føroya Kærustovni, sum fevnir um 11 nevndir, er nú tøk á heimasíðuni hjá stovninum.

Millum rúgvusmikla tilfarið sæst eitt nú í frágreiðingini fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina, at tað er ein trupulleiki, at avgerðir hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini at innskriva familjur til samdøgurs- ella dagviðgerð á Familjudeplinum ikki verða settar í verk nóg skjótt.

Í frágreiðingini fyri Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina sæst, at tað í 6 av teimum 16 málunum  í 2018 tók millum 21 og 57 dagar hjá Psykiatriska deplinum at fáa sent neyðugu skjølini til Kærustovnin.

Tá familjurættarliga økið á ólavsøku 2018 kom á føroyskar hendur, hevði hetta við sær, at avgerðir hjá nýggju Familjufyrisitingini kundu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum. Við árslok 2018 hevði nevndin móttikið 7 kærur á familjurættarliga økinum. Tvær av hesum vóru avgreiddar í 2018.

Umleið 10 fulltíðarstarvsfólk eru á Kærustovninum.

Til ber at lesa alla frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo