At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Skipini koma á Havnina hósdagin 7. juli klokkan 19. Ferðafólk kunnu sigla heimanífrá við Johonnu, Westward Ho, Norðlýsinum, Draganum ella Thorshavn.

Fríggjadagin 8. juli verður siglt av Havnini klokkan 10, og skipini koma á Vág klokkan 19.

Í sambandi við strandamentanarstevnuna Nordisk Kystkultur Festival og Føroya Regatta luttaka skip og bátar úr øllum norðurlondum á stevnuni í Vági, sum hevur eina sera spennandi og fjøltáttaða skrá.

Sunnudagin 10. juli verður siglt av Vági klokkan 10 til Havnar, Klaksvík og Tvøroyri.

Ferðaseðlar fáast til keyps í kunningarstovunum kring landið ella umborð á skipunum. Einkult ferð kostar kr. 300 og allur teinurin kostar kr. 800. Børn yngri enn 14 ár ferðast ókeypis saman við vaksnum. Gistast má á landi.

Avmarkað pláss!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo