Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Stórir vinningar til kappingar á Føroya Sjómannadegi og matur úr havinum v.m. til øll, sum vitja ársins Sjómannadag.

VINNINGAR TIL KAPPINGAR LEYGARDAGIN:

Tilmeldingar á pállinum beint undan kappingunum.

Fiskikappingin
Ókeypis atgongumerki frá Cirkus Baldoni
Tinganest frá Damfar

Vinda hespur upp í noða
Føroyameistarin vinnur eina nátt fyri tvey á Hotel Hafnia + tinganest frá Damfar
Silvurvinnarin fær tinganest frá Damfar
Bronsuvinnarin fær tinganest frá Damfar

Føroyameistarakapping – Kassastabling
Fartelefon frá Føroya Tele + tinganest frá Damfar
Silvurvinnarin fær tinganest frá Damfar
Bronsuvinnarin fær tinganest frá Damfar

Føroyameistarakapping - Agnskering
LG 43” LED sjónvarp  frá Elding

Føroyameistarakapping í Egning
Føroyameistarin fær gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.
Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur.
Bronsuvinnarin fær kr. 2.000 kr. frá Kjølur.

Føroya flottasta og átiligasta køka
Vinningar:
Besti smakkur: Fýra gávukort frá Bónus á kr. 500,-
Kreativitetur: Fýra gávukort frá Bónus á kr. 500,-
Teknikkur: Fýra gávukort frá Bónus á kr. 500,-

Skipalista-Kvissin
Vinnararnir fáa Gávubræv sum er flogferðaseðil frá Atlantic Airways (FØ/DK)

Svimjikapping á Vánni
Vinnararnir fáa tvey gávubrøv á 500 kr. frá BÓNUS og tvey gávubrøv á 500 kr. frá FK

Føroyameistarakapping – Trolbøting
Føroyameistarin fær fartelefon frá Føroya Tele LG 43” LED sjónvarp frá Elding
Silvurvinnarinn fær eina fartelefon frá Føroya Tele
Bronsuvinnarin fær eina fartelefon frá Føroya Tele

Togtogan millum skipsmanningar
12 gávukort frá Smyril Line á kr. 1.000,-

Sjómannstak
Føroyameistarin fær eitt sjonvarp frá Elding LG 43” LED  og ein fartelefon HTCU11 frá HEY
Silvurvinnarin fær eina fartelefon frá HEY

Halda dregg
Føroyameistarin fær eina nátt á HOTEL FØROYUM við fullari pensjón og eina fartelefon HTCU11 frá HEY
Silvurvinnarin fær eitt tinganest frá Damfar
Bronsuvinnarin fær eitt tinganest frá Damfar

Ókeypis matur og drekka til øll, sum vitjað á Sjómannadegnum
Umframt omanfyri nevndu vinningar, sum eru lætnir av nevndu fyritøkum til Føroya Sjómannadag, er hópin av mati, drekkivørum og øðrum til børn og vaksin, sum vitja á Føroya Sjómannadegi.

Vit kunnu m.a. nevna, at vit byrja fríggjakvøldið kl.18, har vit bjóða vaksnum og børnum kaffi, te, sjokulátu og sunkist í samband við fiskikappingina á Kósabrúnni.

Leygarmorgunin halda vit so fram við stórum kaffibori á bryggjuni úti í Gomlu Klaksvíkini, har borðreitt verður við sjómannabolla, vinarbreyði, rækjum o.ø.

Frá klokkan 13:00 fáa fólk ókeypis døgura við Fish og Chips, framleitt av bestu Fich and Chips kokkunum úr Onglandi. Afturvið bjóða vit sodavatn. Vit servera soleingið vit eiga rávørur og kokkarnir orka at standa við frityrurnar.

Eisini servera vit heittroyktan makrel, sum verður royktur á staðnum og eftir ætlan borðreiddur flógvur.  Afturvið er ein eplasalat og nakað av súltaðum reyðleyki.  Omaná bjóða vit kaffi og eina rabarbu desert frá Bakarínum.

Umborð á dekkinum á M/S Rólant borðreiða vit við vælsmakkandi og heilsugóðum laksi, aldur á føroysku firðunum.

Umborð á Brimli og Hvidbjørnen fáa fólk kaffi, saft og nýgjørdar vælsmakkandi pannikøkur o.s.fr...

Inni hjá Looknorth fáa folk nýgjørdar vaflir v/fløda og súltutoy afturvið einum heitum kaffi- ella te-munni og saft til børnini.

Við stóra tjaldið á bryggjuni bjóða vit øllum grillaðar grindabúffar við fløtaeplum afturvið. Kókaða grind, spik og eplir við heimagjørdum  sterkum sinnoppi.

Í stóra tjaldinum og á økinum í Klaksvíksgarðinum er nógv til børn og vaksin, m.a. ballónir, kramarísar, FIT-drykkur, Kakao og sodavatn.

ØLL ERU VÆLKOMIN, OG ALT ER ÓKEYPIS, takkað verður hesum stuðlunum:

Høvuðsstuðlar 2018:
Klaksvíkar Kommuna
Norðoya Sparikassi

Stuðlar
Varðin
MBM
LookNorth
Damfar
Kjølur
Kjølbro Heilsøla
Berglon
PH-Heilsøla
PM-Heilsøla
ReklamuPrent
Christian í Grótinum
JFK
Klakkur
Enniberg
Betri
Faroe Ship
Thor
Vónin
Waag
Kambur
KSS
TTS
Kanjon
Norðoya Litbúð
Norðoya Tunnulin
Mest
Føroya Grunnurin
Magn
Effo
Safari
Fiskimannafelagið
Frmmherji
JT Electric
Hvannasunds Kommuna
Bakkafrost
Viðareiðis Kommuna
Kunoyar Kommuna
Føroya Bjór
Føroya Tele
KJ
KBI
HEY
BORG
ÅGOT
Elding
Hotel Føroyar
INN Klaksvík
Bónus
Atlantic Airways
FK
Hotel Hafnia
Smyril Line
POMEK

Sí annars skránna sum verður uppdatera so hvørt dagurin nærkast á hesari slógini:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo