Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vinna

Føroyski telerisin sleppur ikki at nokta kappingarneytanum atgongd til skipanina TotalView, sum gevur fyrimun í kappingini, og sum eitt dóttirfelag hjá Føroya Tele hevur ment.

Dimmalætting skrivar, at Fjarskiftiseftirlitið hevur viðgjørt eina kæru frá Vodafone, og at úrskurðurin, sum ætlandi skal koma í gildi frá á nýggjárinum, nú er til seinastu hoyring hjá pørtunum. 

Í stuttum snýr málið seg um, at Føroya Tele gjøgnum TotalView, sum er eitt slag av eini telefonvekslaraskipan, hevur fyrimun í kappingini framum Vodafone.

Ítøkiliga hevur Tórshavnar kommuna boðað frá, at tey fáa ikki tikið av einum tilboði frá Vodafone, so leingi sum Vodafone ikki kann samkoyra sínar telefonskipanir við TotalView.

Heilt nógvir almennir stovnar og eisini fleiri privatar fyritøkur brúka TotalView, og tí er Vodafone verri fyri í kappingini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo