List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Farna vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya, skipað fyri FM í leirdúgvuskjóting á skjótibreytini hjáVeiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Kappast bleiv í skjótigreinunum trap og skeet, og byrjað varð at skjóta innleiðandi umførinileygardagin, og síðani seinastu innleiðandi umførini umframt finalur, sunnudagin.Leygardagurin varð eisini seinasti kappingardagurin í FM liðkappingini í ár, og úttøkuni til føroyskabrutto landsliðhópin, til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.22 skjúttar luttóku í kappingini, og úrslitini frá 1,2 og 3 blivu hesi:

Skeet – einstaklingar
1. Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
2. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
3. Magni Dam, Sunda Byrsufelag

Trap – einstaklingar
1. Alex Johannesen, Eysturskot
2. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
3. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
Við sigrinum vann Alex Johannesen FM ferðasteypi frá 2009 til ognar.

Skeet – unglingar
1. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
2. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag
3. Benjamin Thomassen, Veiðifelagið Byrsumúli

Skeet – liðkapping
1. Sunda Byrsufelag A
2. Sunda Byrsufelag B
3. Veiðifelagið Byrsumúli A

Trap – liðkapping
1. Veiðifelagið Byrsumúli A
2. Eysturskot A
3. Veiðifelagið Byrsumúli B

Skeet – bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
- Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
- Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag- Sámal Debes, Sunda Byrsufelag
- Jóannis Joensen, Sunda Byrsufelag
- Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Veiðifelagið Byrsumúli
- Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag

Trap – bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
- Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
- Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
- Alex Johannesen, Eysturskot
- Johnhard Klettheyggj, Veiðifelagið Byrsumúli
- Esmar A. Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli
- Petur Skeel Dahl, Veiðifelagið Byrsumúli

Bruttohópurin skal fyrst í komandi árið, kappast um endaligu tvey plássini í hvørji grein.Øll úrslitini síggjast á heimasíðuni hjá Skjótisamband Føroya, sum er:https://www.facebook.com/Skjotisamband

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo