Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Tiltøk

Reinsaríið: Síðan ídnaðarkollveltingina eru ymisk eiturevni farin at savnast í havinum – eisini um okkara leiðir. Fyri fugl kann liviháttur og føði í stóran mun ávirka, hvussu nógv av hesi dálking endar í fugli, og hvørji árin eru.

10. januar kl. 20.00 fer Sjúrður Hammer at greiða frá dálkingarevnum við denti á plastdálking í fugli, sum í síni PhD verkætlan tekur støði í skúgvinum í Føroyum.

Skúgvurin er millum mest dálkaðu djór í føroysku náttúruni, men samstundis eru sera ymiskar nøgdir av dálkingarevnum í skúgvinum.

Kanningar hava lýst hvørja avleiðing føðin, sum skúgvur finnur sær, hevur fyri fuglin og hvørji dálkingarevni fuglurin fær í seg. Á hendan hátt kunnu vit nýta vitan um náttúruna og hvussu hon broytist sum eitt barometur fyri dálkingarstøðuna um okkara havleiðir.

Til seinast fer Ingmar Valdemar á Løgmansbø somuleiðis at greiða frá eini verkætlan um plastdálking framvið strondum og vøtnum í Føroyum. Verkætlanin fekk umhvørvistuðul frá Tórshavnar Kommunu í 2016.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo