Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Heiðurliga tapið ímóti Danmark í kvøld hevur við sær, at Føroyar koma beinleiðis við til næstu EM-undankapping.

Danmark vann dystin í kvøld í Aalborg 31-24, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 17-13.

Tað er ikki ofta, at leikarar eru glaðir fyri ein ósigur, men eftir dystin í kvøld vóru tað nakrir fegnir føroyingar á vøllinum.

Føroyingar royndu alt, teir vóru mentir, at halda støddina á ósigrinum niðri, og eftir at tað ta einu løtuna í seinna hálvleiki hevði sæð heldur hættisligt út við hesum, megnaðu føroyingar at rógva í land í øllum góðum teir síðstu tíggju minuttirnar og sleppa avstað við einum ósigri, sum var minni enn tíggju mál.

Tað hjálpti í hesum sambandi, at føroyingar skiftu út á málmanspostinum, samstundis sum danir fingu eina seina útvísing.

Sum myndin omanfyri vísir (31-23 til Danmark eftir 59 minuttir), vardu føroyingar væl tann síðsta minuttin og megnaðu at fáa fatur á bóltinum og fara í eitt síðsta álop, sum gav mál til endaliga úrslitið 31-24.

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen spældi inni allan dystin og skjeyt fimm mál. Toppskjútti hjá Føroyum var Kjartan Johansen við 7 málum.

Føroysku málskjúttarnir í dystinum í kvøld
Kjartan Johansen 7
Helgi Hildarson Hoydal 3
Jónas Gunnarsson Djurhuus 3
Peter Krogh 3
Hans Eli Sigurbjørnsson 2
Niklas Selvig 2
Rógvi Dal-Christiansen 1
Rói Berg Hansen 1
Brandur Halgirsson 1
Áki Egilsnes 1

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo