Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Krabbameinsfelagið sóknast eftir søgum, sitatum, yrkingum og stuttum útsøgnum frá fólki, ið hava ella hava havt krabbamein og eisini frá avvarðandi.

28. mars 2020 verður tiltakið "Føroyar móti krabba". Hetta er aðru ferð, at Krabbameinsfelagið skipar fyri tiltakinum, sum seinast var í 2009. Tiltakið, sum er ein innsavning til frama fyri Krabbameinsfelagið, verður í Norðurlandahúsinum og verður víst beinleiðis í Kringvarpi Føroya.

Undir tiltakinum verður skipað fyri stórari konsert við føroyskum bólkum og einstaklingum, sum eru frammi í løtuni, umframt upplýsing/kunning um krabbamein. Eisini verða frásagnir og prát við fólk, ið hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi.

Í hesum sambandi sóknast vit eftir teksti, sum tit møguliga hava skrivað niður, sum í stuttum lýsir hvussu tit høvdu tað, tá sjúkan bleiv staðfest, undir viðgerð og aftaná. Hetta kann vera stuttir tekstir, sitatir, yrkingar ella brot úr dagbókum, umframt støðulýsingar, sum tit t.d. hava skrivað á facebook, sms´um ella á messenger o.a.  Talan er um stuttar tekstir, ið skal nýtast sum tilfar í lýsingum og kunnan um tiltakið.

Vit høvdu verið sera fegin og takksom, um tit kundu sent okkum tilfar, sum tit liggja inni við og vilja lata okkum nýta til endamálið. Teldupostadressan er: kmf@krabbamein.fo

Um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo