Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Politikkur

Fíggjarmálaráðið hevur júst fingið fráboðan frá OECD um, at OECD ráðið hevur góðkent umsókn Føroya, at gerast sjálvstøðugur limir í BEPS skattasamstarvinum í OECD.

BEPS skattasamstarvið hevur til endamáls at styrkja samstarvið millum lond innan skatt, og at fyribyrgja skattaskjól kring heimin. Skattasamstarvið skal m.a. fyribyrgja, at fleirtjóða fyritøkur, troyta og misnýta hol og misjavnar í skattaskipanum kring heimin.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur seinastu árini miðvíst virkað fyri, at Føroyar taka meira virknan lut í altjóða høpi tá umræður útveksling av skattaupplýsingum og luttøku í altjóða skattasamstørvum. Í novembur 2017, varð avgjørt, at søkja um limaskap í BEPS samstarvinum. Síðani hetta eru fleiri lógarbroytingar lagdar fyri Løgtingið, og norðurlendski skattasáttamálin dagførdur, soleiðis at mett verður, at Føroyar nú liva upp til tey krøv, ið eru, fyri at hava fullgóða skattalóggávu og skattasáttmálar.

“Fegin um, at Føroyar nú hava fingið fullan og sjálvstøðugan limaskap í enn einum altjóða skattafelagsskapi. Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum eisini gera okkara til at fyribyrgja, at skattaskjól gerast veruleiki kring heimin. Og tað er alneyðugt við altjóða samstarvi fyri at tryggja, at skatturin av virðisskapan í londum kring heimin, kemur fólkum í teimum londunum, har virðini verða skapt, til góðar”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Í 2017 fingu Føroyar eisini limaskap í altjóða skattasamstarvinum Global Forum. Hetta samstarvið arbeiðir við gjøgnumskygni og umbýti av skattaupplýsingum. Føroyar verða í øðrum ársfjóðringi í ár og eitt ár fram eftirmett av Global Forum. Føroyar fara eisini at verða eftirmettar í sambandi við luttøkuna í BEPS samstarvinum. Hesar eftirmetingar fara at tryggja, at føroysk lóggáva er fullgóð, og at Føroyar taka ábyrgd í altjóða høpi tá umræður skattaligt samstarv. Við limaskapi í Global Forum og OECD samstarvinum BEPS, luttaka Føroyar í teimum tveimum størstu altjóða skattasamstørvunum í heiminum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo