Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tað er í dag klokkan 17, at Danmark og Føroyar bresta saman í EM-undankappingardysti í Gigantium í Aalborg.

Hesaferð eru tað danir, sum hava heimavøllin, eftir at londini í oktober í fjør leiktu í Skjern.

Tá vóru tað føroyingar, sum vóru "á heimavølli". Danir vunnu tann dystin 35-17.

Føroyar leiktu og taptu fyrr í vikuni ímóti Montenegro í Farum høllini. Montenegro vann 24-21 eftir at hava verið á odda 11-9 í hálvleikinum.

Fyrri dysturin ímillum londini bæði á Balkan endaði við javnleiki 24-24.

Dysturin í dag ímóti heimsmeistarunum er tann seinasti hjá Føroyum í hesum bólkaspælinum.

Føroyar hava eisini verið í bólki saman við Ukreina. Ukreina vann báðar dystirnar ímóti Føroyum; tann fyrra 30-19, tann seinna 27-26.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo