Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti í dag triðja og seinasta dystin í HM-undankappingini, sum hevur verið á skránni í sveisiska býnum Baden um vikuskiftið.

Føroyar taptu í dag 23-19 ímóti vertstjóðini Sveis, eftir at Sveis hevði verið á odda 11-8 í hálvleikinum.

Harvið endaðu Føroyar við tveimum stigum í bólkinum, meðan Sveis vann bólkin við fullum stigatali. Hini bæði liðini bólkinum - Litava og Finnland - endaðu eisini við tveimum stigum.

Fríggjakvøldið taptu Føroyar ímóti Finnlandi, men í gjár gjørdu Føroyar ein vørr og vunnu á Litava.

Toppskjúttar hjá føroyska liðnum í dag vóru Durita C. Jojic, Kristianna Henneberg Joensen, Marianna G. Eystberg og Turið Arge Samuelsen, sum allar fingu trý mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo