Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Rudda Føroyar: So hava vit gjørt eina fínteljing frá ruddingardegnum 21. september, og úrslitið er betri, enn vit hildu at byrja við.

Fyritøkur/stovnar/feløg, ið ruddaðu í ár:
Húsarhaldsskúlin í Klaksvík ruddaði 230 kilo
Tekniski skúli í Klaksvík ruddaði 120 kilo
Klaksvíkar kommuna ruddaði 700 kilo
Hiddenfjord ruddaði 7.244 kilo í Miðvági, Velbastað, Vestmanna og Sørvági
Skótarnir í Fuglafirði ruddaðu 106 kilo
Sjódypp (ruddaðu saman við samskipara á Tvøroyri)
Umhvørvisstovan (ruddaðu saman við samskipara á Argjum)
Landsverk og Tunnil ruddaðu 34,7 kilo í Norðskálatunlinum, Kaldbakstunlinum, Hovstunlinum og Norðoyartunlinum
KFUK skótar í Havn (ruddaðu saman við samskipara í Havn)
Heiðafelagið í Miðvági ruddaði 200 kilo
Skúlin við Løgmannabreyt – 400 børn og vaksin - ruddaðu frá 16. september til og við 20. september

Privatfólk:
Argir, Kollafjørður, Hoyvík: 800 kilo
Nólsoy: 1.000 kilo
Langaregn: 1.640 kilo
Sanda-, Mið- og Sørvágur: 462 kilo
Funningsfjørður: 2.200 kilo
Skála: 10.320 kilo
Streymnes: 2.000 kilo
Tvøroyri: 900 kilo
Sumba: 217 kilo
Tøl, sum fólk hava sent okkum úr øllum landinum: 277,7 kilo

TILSAMANS 28.226,4 KILO!

Samanlagt vóru 1101 fólk tilmeldað, bæði privatfólk og arbeiðspláss. Ruddað varð á landi og í sjónum, og hugnað varð við kaffi, sodavatni og tvíflísum.

Vónandi síggjast vit (og enn fleiri) 19. september næsta ár!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo