Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Evropeiska olympiska nevndin EOC vil ikki góðkenna Føroyar sum sjálvstøðugt limaland, men hevur hinvegin givið Føroyum grønt ljós til at luttaka á Evropeisku Leikunum í Minsk í teimum ítróttargreinum, har Føroyar hava eitt viðurkent tjóðarsamband.

Hetta skrivar Insidethegames.biz.

Evropeisku leikirnir í hvítarussiska høvuðsstaðnum verða á skránni frá 21-30. juni í ár.

Avgerðin hjá EOC merkir, at Føroyar sleppa at luttaka í bogaskjóting, borðtennis, judo og badminton. Jón Hestoy, varaforseti í ÍSF, fegnast sum vera man:

- Hetta er rættiliga jaligt og ein stórur lætti fyri teir íðkarar, sum hava lagt lív og sál í til at fyrireika seg til leikirnar seinni í ár.

- Og vit trúgva, at hendan avgerðin umboðar enn eitt stig á ferð okkara til at fáa viðurkenning frá øllum ítróttarheiminum - harímillum IOC, sigur Jón Hestoy millum annað.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo