Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Hetta seinasta samdøgrið hevur bjóðað uppá eitt sindur av hvørjum hjá teimum sum arbeiða á politigarðinum í Havn.

- Tað mesta er keðiligt at tosa um, men ein sólskinssøga er so eisini ímillum, sum vakthavandi sigur tá VP fregnast.

Tað byrjar leygarmorgunin klokkan 2 við einum harðskapsmál í Vágsbotni. Tveir mans leypa á ein triðja, sláða og sparka hann, og rýma síðani av staðnum. Tá politiið kemur á staðið verður avrátt, at tann álopni, sum hevði "eitt sindur innanborða", og annars ikki hevði fingið álvarsligt mein, skal koma á støðina leygardagin at greiða frá tilburðinum. Men hann kom ikki.

- Hetta er eitt av fleiri málum sum er ein stormur í einum vatnglasi, sum vakthavandi málber seg.

Leygarmorgunin klokkan 4 ringir ein maður og sigur seg hava gingið seg framá ein mann uttan vit. Hann kennist ikki við persónin, og viðkomandi er ikki til at fáa lív í. Hann bíðar á staðnum til politiið kemur. Tá politiið kemur á staðið verður mett neyðugt at fáa vitleysa mannin á sjúkrahús. Hann verður innlagdur og læknin staðfestir seinni, at hetta kundi verið ein søga við ringum enda.

- Tað eru eisini sólskinssøgur. Oftani letst ongin um vón og fólk sleppa bara at liggja. Tað er ikki gott, tí tað kann vera sjúka, kuldi og annað sum ger seg galdandi. So tað er gott at fólk ringja og siga okkum frá, sigur vakthavandi.

Stjól fløggini í SMS
Kl 10 í gjár skuldi ein vaktur í SMS vinda fløggini á stong. Hann hevði 10 fløgg við sær í einum kassa. Men áðrenn hann visti av kom ein maður har, tók fløggini og rann avstað.

- Vakturin tók til beins eftir tjóvinum, fangaði hann og fekk 9 fløgg aftur. Tjóvurin, sum slapp til rýmingar, hevur framvegis eitt flagg, men politiið veit hvør viðkomandi er, og hann kann vænta sær vitjan seinni í dag, tá stundir eru til tað.

Í Famjin reiv ein húsatekja í vindinum í nátt. Bjargingarfelagið fekk spent net yvir takið og soleiðis bjarga tí, men hetta er aðruferð at hetta hendir við húsunum, verður upplýst.

Ein hýruvognsførari varð í morgun "antastaður" av einum passaseri. Hýruvognsførarin kendi seg hóttan og mátti rýma úr bilinum. Kundin rýmdi undan rokningini, men politiið veit hvar hann ynskti at verða settur av, og fer at pikka uppá hjá honum seinni í dag.

Útlendingar lupu á
Klokkan hálvgum fimm í morgun varð ein føroyingur álopin av fleiri útlendingum í býnum í Havn. Fleiri fólk ringja um hetta og boða politinum frá. Útlendingarnir vóru rýmdir tá politiið kom á staðið, men viðkomandi varð biðin um at fara á skaðastovuna og koma aftur at tosa við politiið í dag einaferð, tá hann var blivin edrúur.

Eisini í morgun varð ein 18 ára gamal maður við ongum koyrikorti steðgaður í Havn. Bilurin luktaði av hashi, viðkomandi var ávirkaður, ein blóðroynd tikin, og maðurin hevði eisini hash uppiá sær.

Klokkan 8 í morgun hendi eitt minni ferðsluóhapp í Leirvík - ein kvinna misti tamarhaldið á bilinum og rendi á nøkur vegskelti. Bilurin fór at leka olju, og vegurin mátti spulast. Kvinnan fekk bert smásnuddir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo