Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Fyrrverandi stjórin í Føroya Tele fær nógv í lønarposan frá Tele Greenland. Hann er á triðjaplássinum á listanum fyri best løntu stjórar í fyritøkum undir grønlendska heimastýrinum, eftir stjórarnar í Royal Greenland og KNI.

Tað er miðilin Sermitsiaq.ag sum hevur talt saman og gjørt upp. Kristian R. Davidsen fekk í 2017 slakar 3,4 mió kr í lønarposan, tá er eftirløn, bonus og annað íroknað.

Sermitsiaq skrivar greinar um lønir hjá almennu fyritøkunum í Grønlandi, og hvussu tær annars megna at liva upp til leiðreglurnar fyri góða leiðslu sum heimastýrið hevur gjørt fyri síni feløg. Eitt endamál við leiðreglunum, sigur miðilin, er at skapa størri gjøgnumskygni og opinleika um leiðsluna í feløgunum, so mýtugerðin í samfelagnum gerst so lítil sum gjørligt, sum sagt verður.

Sambært ársfrágreiðingini hjá Føroya Tele fyri 2017 fekk nevnd og leiðsla har tilsamans 3,25 milliónir krónur í lønarposan tað árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo