Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Onnur tíðindi

Jón Fríðrik Kjølbro fer frá nýggjarinum at starvast sum varaforseti við Europeiska Mannarættindadómstólin í Strasbourg.

Tað skrivar dómstólurin í einum tíðindaskrivi.

Hann hevur áður starvast sum dómari við býarrættin í Keypmannahavn, við Eystara Landsrætt og eisini við Føroya Rætt. Hann hevur starvast við Mannarættindadómstólin í Strasbourg síðani 2014.

Europeiski Mannarættindadómstólin hevur ein dómara frá hvørjum av teimum 47 londunum, sum taka undir við Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Hann varð settur á stovn í 1959.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo