Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Politikkur

Illustrerandi mynd

Kanning, sum Fynd hevur gjørt fyri portal.fo, vísir, at føroyingurin ynskir nýval.

56,8 prosent av teimum, ið svaraðu, ynskja løgmann at skriva út val nú.

Ein lítil triðingur av veljarunum, 31,4 prosent, eru nøgd við núvandi støðu.

Nærum tíggjundi hvør av veljarunum – 9,5 prosent – tók ikki støðu til spurningin um løgmaður skal skriva út val, meðan tey seinastu 2,3 prosentini høvdu eitt ógreitt svar sambært kanningini hjá Fynd.

Orsøkin er uttan iva politiski ruðuleikin, ið hevur valdað leingi við einum veikum løgmanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo