Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Havi eina damu sum er 36 ára gomul og hevur búð í Føroyum síðani hon var 3 ár.

Hon er fødd í Danmark og doypt í Føroyum.

Mamman var føroysk og pápin er danskari.

Hon hevur danskt pas.

Men hon hevur ikki føroyskan borgaraskap og hetta hevur verið ein stórur trupulleiki leingi og tað er ikki til at skilja, hvussu hetta kann lata seg gera.

Vit hava verið á politistøðini, hjá ríkisumboðnum, Tórshavn kommunu og nógv onnur støð, men eingin kann hjálpa okkum við hesum trupulleikanum og senda okkum bara víðari til onnur - eingin veit, hvat skal gerast ella hvønn man skal kontakta.

Haldi hettar er so vánaligt at eg havi ikki orð.

Okkara egnu myndugleikar kunna ikki hjálpa okkum við hesum og tað kann Ríkisumboðið heldur ikki.

Hon stendur í ongamannalandi.

Jákup Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo