Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Vinnuhúsið: International Chamber of Shipping (ICS) ger hvørt ár eitt yvirlit yvir heimsins skipaskrásetingar – the Flag State Performance Table.

Útgávan fyri 2017/2018 kann takast niður her.

Yvirlitið gevur nakrar viðkomandi ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg.

Tað greinar, hvussu flaggið klárar seg í mun til ávís viðurskifti so sum port state control, ígildissetan av altjóða sáttmálum á maritima økinum og luttøku á IMO fundum. 

Yvirlitið finst eisini í einari samvirknari útgávu, har eisini ber til at leita og samanbera fløgg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo