Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Í gjár spældi føroyska A-landsliðið hjá kvinnum vinardyst ímóti Danmark.

Ongantíð áður hava vit havt nakran møguleika, tá ið vit hava bjóðað dønum av á hægsta stigi, men hesaferð var tað líka við, at tað eydnaðist, tí dysturin endaði 3-2 til Danmark.

So merkisvert er hetta úrslit, at heimasíðan hjá CEV, sum er altjóða Evropeiska flogbóltssamgongan hevur tað sum høvðustíðindi.

Ikki smávegis heiður hjá Føroyum, nú tað stundar til HM/EM-kapping, har føroysku kvinnurnar skulu dystast ímóti Kýpros, Liktinstein og Írlandi um at koma víðari til EM og til HM.

Kappingin í Føroyum er í døgunum 23. - 25. mai, og verður hildin í høllini á Hálsi í Havn.

Til síðuna hjá CEV - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo