Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Í 2017 hevði Føroyar eina sildakvotu á 125.000 tons, sum í 2018 verður lækkað niður í 88.350 tons.

Her er sostatt talan um eina lækking í tonsum á góð 37.000 tons, ella 30 prosent.

Fiskimálaráðið sendi út tíðindaskriv tann 16. februar, har sagt var at "føroyski luturin av norðhavssild er hækkaður eitt vet í mun til í fjør til tess at lutfalsliga útjavna nýliga økt krøv frá øðrum pørtum."

Onkrir miðlar skrivaðu so í yvirskriftini, at kvotan av norðhavssild er hækkað fyri 2018, og er tað ikki heilt satt, tá ið føroyingar fiska tons og ikki prosent.

Rætt er at føroyski parturin í prosentum er hækkaður úr 19,44 prosentum upp í 20,31 prosent, men mest loyvda veiða í 2017 var 646.075 tons, móti 435.000 tonsum í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo