Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Føroyska Sjómansmissiónin: Allahalgunardag, týsdagin 1. november, kl.14.00, skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri   minningarhald teirra sjólátnu á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn.

Av tí at løgmaður er burturstaddur, verður tað Henrik Old, landsstýrismaður, sum talar.

Derhard Jógvansson, prestur, hevur andaktina.

Síðani verður farið niðan til minnisvarðan í viðalundini, har Henrik Old leggur krans,
vegna Føroya Landsstýrið.

Øll eru vælkomin til minningarhaldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo