Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vinna

Heimsins tungvektarar innan laksaaling eru í Hobart í hesum døgum, skrivar lokali miðilin The Mercury og nevnir Atla Gregersen frá Hiddenfjord í hesum sambandi.

Aling av stórum smoltum á landi er ein av spurningunum sum skulu viðgerast á ráðstevnuni, og hóast semja er um, at tað er vegurin fram, so er nakað eftir á mál, tykjast tey flestu samd um.

Atli Gregersen verður endurgivin fyri at siga, at tørvur er á meira regulering og størri gjøgnumskygni í vinnuni, og hann vísir á føroyska dømið frá nítiárunum, tá manglandi krøv frá myndugleikunum at enda førdu til skrædl hjá vinnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo