Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Hvørki BankNordik, Suðuroyar Sparikassi, Norðoya Sparikassi ella Betri Banki hava nakrar ítøkiligar ætlanir um at gevast at útflýggja viðskiftafólkinum 1.000 krónu seðlar.

VP hevur spurt bankarnar, eftir at tveir danskir stórbankar nú hava boðað frá, at teir ikki longur vilja útflýggja 1.000 kr seðlar. Lógin krevur, at bankarnir skulu taka ímóti øllum seðlum, men tú hevur ikki krav uppá, at fáa eina upphædd útgoldna við til dømis 1.000 kr seðlum. Bankarnir taka hetta stigið, tí teir meina, at 1.000 kr seðilin er við til at fremja kriminalitet og svart arbeiði.

Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa sigur, at har kanna tey støðuna, og tað eru tey ikki liðug við enn. 

- Men sum er brúka vit eisini 1.000 kr seðilin, sigur hann. 

Eisini Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, hevur líknandi viðmerking. Tey hava sum er ongar ítøkiligar ætlanir, men...

- Vit meta regluliga um tørvin á hesum og líknandi tiltøkum til fyribyrgjan av hvítvask, og tí kann okkara áskoðan hesum viðvíkjandi broytast í framtíðini, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.

Hjá Betri Banka hava tey í eina tíð ikki brúkt 1.000 kr seðlar, tá goldið verður út um pengasjálvtøkurnar hjá bankanum kring landið.

- Betri Banki gavst fyri nøkrum árum síðani við at hava 1000-krónuseðlar í sjálvtøkunum. Hetta var eitt ynski frá handlum, tí tað førdi við sær, at hesir máttu hava sera nógvar vekslipengar liggjandi. Vit fingu ikki klagur frá privatkundum um hetta, so tí ætla vit at halda fram við tí. Tað ber enn til at taka út 1000-krónuseðlar við kassarnar í Betri Banka, og hesum fara vit framhaldandi at bjóða kundunum, sigur hann í svari uppá fyrispurning frá VP.

Hjá BankNordik er svarið frá Rúnu N. Rasmussen, samskiftisráðgeva, stutt:

- Í BankNordik hava vit ongar ætlanir um at gevast við at brúka túsundkrónuseðlar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo