Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Krutl

Vinnuframi: Í/F Harkaly Games við Kristiani Sakarisson er komið á marknaðin við einum telduspæli, ið kallast Wormsteak.

Wormsteak er eitt spæl, har nakrir ormar, ið vóru í einum búffi, endaðu í maganum á einum, ið át búffin. Ormarnir skulu so royna at yvirliva og koma í gjøgnum magan, meðan teir møta ymiskum fíggindum.

Upprunin til telduspælið var luttøkan á FTGameJam 2015. Tá bleiv spælið ment, og bleiv kosið besta spælið í kappingini.

Aftan á kappingina hevur verið arbeitt víðari við spælinum. Vinnuframi hevur latið stuðul, so spælið kundi mennast til útgávu. Spælið er gjørt soleiðis, at til bera at spæla tað á Android og á iOS

Wormsteak kann takast niður á Android og iOS, leinkjurnar eru:

Android: https://play.google.com/store/apps/details?id=com.HarkalyGames.Wormsteak

iOS: https://itunes.apple.com/pw/app/wormsteak/id1056282929

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo