Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá tí føroyska dansinum bæði á bygd og í bý. Tá var tað soleiðis, at nakrar bygdir vóru jólabygdir og aðrar vóru nýggjársbygdir, og fólk vitjaðu hvønn annan hesi høgtíðskvøld.

Vegir og tunlar vóru ongir tá, so fólk løgdu nógv fyri. Tey gingu yvir fjøll ella róðu millum bygdir. Nógvar søgur eru fortaldar um minniligar túrar, har fólk kundu liggja veðurføst í fleiri dagar.

Tøkum Lætt hevur øll 23 árini, síðani tað var stovnað, haft dans 2. jólakvøld, tey fyrstu árini í Sjónleikarahúsinum og seinni í Skansastovu.

Í fjør var dansað fyri fyrstu ferð í Reinsarínum, og tað eydnaðist sera væl. Nú var 2. jólakvøld í fjør eitt leygarkvøld, so tað lá væl fyri!

Í ár bjóðar Tøkum Lætt øllum í almennan dans í Reinsarínum 2. jólakvøld.

Byrjað verður kl. 22, ókeypis atgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo